

Blæsende Gry

Blæsende Gry
kr. 298,00
kr. 298,00
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Fyrsta skaldsøgan eftir William Heinesen
BLÆSENDE GRY
Nutidsroman fra Færøerne
Blæsende Gry. Nutidsroman fra Færøerne gevur eina livandi mynd av lívinum í Føroyum fyrst í 20. øld. Bókin hevur serliga áhuga fyri sambandinum millum nýggja vinnulívið og trúarlívið.
Blæsende Gry. Nutidsroman fra Færøerne var fyrsta skaldsøgan eftir William Heinesen, og hon kom út í 1934. Upp gjøgnum 1920-árini var William Heinesen vorðin virdur yrkjari, men kendi seg inni¬lokaðan í yrkingini. Hann gjørdi tí av at skriva skaldsøgur fyri at fáa fleiri lesarar og betri inntøku av skrivingini.
Tað var ein stór skaldsøga, næstan 500 síður, sum kom á svenskum og norskum árið eftir. Skaldsøgan er nú prentað uppaftur í júst sama líki sum upprunaliga saman við tveim¬um greinum um skaldsøguna. Aðra hevur Malan Marnersdóttir, dr. phil. og professari, skrivað um móttøkuna í Føroyum, og hina hevur Bergur Rønne Moberg, ph.d. og lektari, skrivað um brævaskiftið millum William og Munksgaard, útgevaran.
Í 1961 kom ein umskrivað og nógv stytt Blæsende gry út, sum er hon, ið varð týdd til føroyskt.
H.N. Jacobsens Bókahandil gevur nú upprunaskaldsøguna út av nýggjum, tí hon er byrjanin á einum tí navnframasta føroyska ritverkinum.
Permumyndina gjørdi William Heinesen til svensku týðingina.
Meira kunning
| Vekt | 805 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Ferðafólkabøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Náttúra og atlas
Færøske planter
kr. 50,00 Rithøvundur: Anna Maria FosaaLegg í kurv -
Ferðafólkabøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Náttúra og atlas
Færøernes ynglefugle
kr. 50,00 Rithøvundur: Jens Kjeld JensenLegg í kurv -
Bøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Føroyskar bøkur, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit, Stuttsøgur
Søgukort Listin
kr. 50,00 Rithøvundur: Sólrún MichelsenLegg í kurv -
Ferðafólkabøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Náttúra og atlas
Lunden på Færøerne
kr. 50,00 Rithøvundur: Jens Kjeld JensenLegg í kurv -
Ferðafólkabøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Kókibøkur
Færøsk mad
kr. 50,00 Rithøvundur: Jóan Pauli JoensenLegg í kurv -
Ævintýr og sagnir, Forlag H.N. Jacobsens
Sagnir og ævintýr II
kr. 30,00 Rithøvundur: Jakob JakobsenLegg í kurv -
Bøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Vilstar røtur
kr. 329,00 Rithøvundur: Ingun ChristensenLegg í kurv -
Ævisøga, Bøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Poul Nolsöe lívssøga og irkingar
kr. 200,00 Rithøvundur: Jakob JakobsenLegg í kurv -
Ferðafólkabøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Náttúra og atlas
Breeding birds of the faroes
kr. 50,00 Rithøvundur: Jens Kjeld JensenLegg í kurv -
Ferðafólkabøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Náttúra og atlas
Færøsk kunst
kr. 50,00 Rithøvundur: Inger Smærup SørensenLegg í kurv












