

Áðrenn tú sovnar

Áðrenn tú sovnar
kr. 188,00
kr. 188,00
Áðrenn tú sovnar er søgan hjá ungu Karini Blom um seg sjálva og hennara margháttiligu skyldfólk. Í heimi Karinar sveima hugflog og veruleiki saman í eind, næstan ógáað. Hon sigur frá, oyðileggur, argar og tølir – meðan øll onnur kring hana miðvist stevna inn í einsemið.
Søga Karinar er upp í føvningin av ótrúligum søgum, ørligum viðburðum og kvirrum álvarsemi, sum fara fram í New York í triatiárunum og í Oslo í nítiárunum. Hon er siðmenningarskaldsøga, og hon lýsir eina ætt ígjøgnum eina heila øld. Men Fyrst og fremst er hon skaldsøga um kærleika. Um hjúnalag, ótrúskap, ættarbond, fáfongd og vón.
Áðrenn tú sovnar er ein andrík og skemtlig skaldsøga, ein innilig frásøgn um eitt ungt konufólk, sum smátt um smátt lærir at siga sannleikan.
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Áðrenn tú sovnar snýr seg um truplan kærleika og kynstrið at liva við eini familju, sum er eins ør og skroypilig sum flest allar aðrar familjur.
Bókin er um eitt húski og eina ætt. Linn Ullmann heldur tað vera heilt sjálvsagt, at hon og aðrir ungir høvundar hugsa nógv um júst familjuna:
“Familjan er nakað av tí áhugaverdasta, ið til er. Tú ert í brúdleypi, til eina ferming ella jarðarferð, og tú sært øll hesi fólkini, tú ert so nær skyld við. Tú ert góð við tey, ella nógv teirra, og kortini orkar tú ikki at vera ov leingi saman við teimum. Tað er so mangt løgið, so mangir knútar í eini familju, men hava vit hana ikki eru vit í einum undarligum tómrúmi. Eg vaks upp í eini tíð, tá ið kjarnuhúskið sum hugtak skuldi týnast, men tí hugburðinum mundu mong ikki trívast við. Nú er kjarnuhúskið við sínum virðum aftur í brennideplinum – ikki minst politiskt. Hetta ávirkar høvundar og filmskaparar, teir hyggja nú aftur at familjuni, sum vit øll eru partar av og sum eingin kann loysa seg frá. Og tað er ikki bara familjan, húskið, ættin ið verða viðgjørd. Spurningar um kærleika og Gud, teir stóru spurningarnir, sum vit fyri einum ættarliði síðan royndu at loysa okkum frá við at siga, at slíkt var ikki til. Eisini teir eru komnir aftur í brennidepilin. Tað er ein inniligur longsil í okkum eftir at verða uppií, vera partur av, samstundis sum tú kennir á tær, at alt skeiklast av lagi, tá ið tú roynir at gera longsilin til veruleika”.
Tað er ikki lætt. Als ikki. Men skemt og list kunnu hjálpa tær at draga undan.
Meira kunning
| Vekt | 547 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Degningsvindar
kr. 198,00 Rithøvundur: William HeinesenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Rithøvundur: Haruki MurakamiLegg í kurv -
Ikki flokkað, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit, Týddar føroyskar bøkur
Náttin í Lissabon
kr. 190,00 Rithøvundur: Erich Maria RemarqueLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Brahmadellarnir
kr. 298,00 Rithøvundur: Jóanes NielsenLegg í kurv -
Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ævisøga- dagbók- brøv
kr. 248,00 Rithøvundur: Tomas EspedalLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Vónbrot, Leikrit 18
kr. 100,00 Rithøvundur: Charlotte EilersgaardLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ein er tíðin at liva
kr. 278,00 Rithøvundur: Steintór RasmussenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit, Stuttsøgur
Søgur úr býnum
kr. 198,00 Rithøvundur: Jón ThorsteinssonLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ófriðarligar tíðir, Leikrit 7
kr. 100,00Legg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Vit, Føroya fólk
kr. 278,00 Rithøvundur: Bjørk Maria KunoyLegg í kurv












