Tann Føroyska Bókhandlaravirðislønin

Teir føroysku bókhandlarnir: H.N.Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn bjóða við hesum til skaldsøgukapping.

Skaldsøgan skal vera ein samtíðarskaldsøga og skal í høvuðsheitum fara fram í Føroyum. Søgan kann fara aftur í tíð, um tað hevur týdning fyri skaldsøguna.

Treytir:
Skaldsøgan skal vera á føroyskum.
Handritið skal í minsta lagi vera 150 síður á 2.000 eindir, íroknað millumrúm.
Handskrivað handrit verða ikki tikin við.
Skaldsøgan skal ikki hava verið útkomin.

Innlating:
Skaldsøgan skal latast inn í seinasta lagi tann 1. mars 2022.
Skaldsøgan skal sendast í teldubrævi til skaldsogukapping@mail.fo og verða merkt “skaldsøgukapping”.
Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøguhandritini.

Vinningur:
Vinningurin er 75.000 kr og útgávusáttmáli við Forlag H.N Jacobsens.
Vinnarin fær boð beinleiðis, áðrenn úrslitið av kappingini verður kunngjørt alment.
Vinnandi skaldsøgan kemur út á Bókadøgum í 2022.
Dómararnir tilskila sær rætt ikki at velja ein vinnara.

Í dómsnevndini sita Kári Árting, Bergur Rasmussen og Marianna Hoydal.

 

Tíðindaskriv apríl 2021

Tíðindaskriv februar 2022