Todi

Todi

kr. 348,00

In stock

kr. 348,00

Kappingin um plássini á liðnum í Lyngby var hørð, so eg mátti prógva mít virði beinanvegin. Lyngby hevði eitt rímiliga gott lið, og spælarar sum Allan Kuhn, Per Pedersen og EM-vinnarin Claus Christiansen settu støðið. At eg ikki skuldi taka nakað
sum helst fyri givið, var greitt beinanvegin. Áðrenn venjingin byrjaði, savnaði venjarin allar spælararnar i ein runding. Hetta var fyrstu ferð, eg var við, og eg kendi ongan. Michael Schäfer tosaði eitt sindur, gav nøkur boð og endaði við at siga, at ein føroyingur skuldi venja við i dag. Han hedder Todi og skal træne med superligatruppen. Indtil videre. – Indtil videre? Eg skal fanin vísa tær, hugsaði eg.

Todi var fyrsti føroyingur, ið veruliga fekk fótin fyri seg í fótbólti á høgum støði. Fyri 30 árum síðani var tað óvanligt fyri føroyingar at hava fótbólt sum fulltíðar yrki, men Todi setti sær fyri at tað vildi hann. Av sínum eintingum fór hann til Danmarkar. Hann fann sær sjálvur eitt felag og byrjaði í lægstu deildunum, men stríddi seg upp í bestu deildina efir stutta tíð. Hann bleiv eisini stuðulsleikari i besta felagnum í Danmark. Søgan um Toda er søgan um ein drong úr Klaksvik, sum ongantíð fekk nakað handað frá nøkrum, men sum hevði ein so sterkan vilja, stóran alsk og góð evnir til fótbólt, at hann bleiv millum bestu spælarar í Skandinavia.

Availability: In stock SKU: 9789991838779 Categories: , , , , Author: