

Søgan um vaktarskipið Nólsoyar Páll

Søgan um vaktarskipið Nólsoyar Páll
kr. 188,00
kr. 188,00
- Description
- Additional information
Description
Søgan um vaktarskipið Nólsoyar Páll
Jóan Karl Høgnesen
– maðurin varð drigin ígjøgnum miðladýkið, men sigur nú søguna um skipið úr sínum sjónarhorni.
Navigare necesse est – neyðugt er bæði at duga at sigla og stýra. Hetta visti Jóan Karl Høgnesen, tá ið vaktarskifti var á Vaktar- og Bjargingartænastuni, men tørnið varð buldrut, og mangan breyt í bæði borð. Trupult var at stýra, tí landsins lógarsmíð var merkt av lýtum, og ivasamar mannagongdir høvdu tikið seg upp av tí sama. Tá ið greiði skuldi fáast á viðurskiftunum, sannaði hann skjótt, at summi í landsins umsiting sigldu sín egna sjógv, og politikararnir sótu fyri tað mesta í sjálvdrátti og virdu lítið bæði landsins lógir og virði.
Nú loysir Jóan Karl Høgnesen posabandið og greiðir frá, hvussu málið um vaktarskipið Nólsoyar Páll var vundið upp í ein ellubita og gjørt til eina gølu, tó at arbeiðssetningurin var greiður, og boð vóru givin um at keypa eitt brúkt skip, sum skuldi vera í betri standi enn Ólavur Halgi – hvørki meir ella minni. Les niðurstøðuna um vaktarskip okkara, sum eftir lógini mugu roknast fyri stuttleikafør. Les eisini um, hvussu borgarin sleppur at gjalda fyri politiskt ábyrgdarloysi, og hvussu politikarar nýta valdið at sæta sær og sínum, tá ið teir við tilvildarligum mannagongdum broyta tal á fiskiloyvum og loyva fiskiskapi á friðaðum øki. Spurningurin er bara, hvørt tað ringasta er politikarar, sum umsita fólksins virði uttan hug og dug, ella um tað ringasta er at hava veikar, ókritiskar fjølmiðlar, sum ikki hava dirvi og hegni at virka sum fjórða statsvald.
Sprotin 2013
Additional information
| Weight | 180 g |
|---|
Related products
-
History and Society
Úr eyga til varandi aling. Fiskaaling 50 ár
kr. 298,00 Author: Helgi JacobsenAdd to cart -
-
-
-
History and Society, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Sæteren ved Argisbrekka
kr. 328,00 Author: Ditlev L. MahlerAdd to cart -
Biographies, Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Martin Luther King Maðurin og dreymurin
kr. 200,00 Author: Rúni BjarkhamarAdd to cart -
-
History and Society
Turkaránið í Vestmannaoyggjum
kr. 248,00 Author: Jens Riise KristensenAdd to cart -
Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Fólkaatkvøðan 14. september 1946
kr. 399,00 Author: Zakarias WangAdd to cart -
Published by H.N. Jacobsens Bókahandil, History and Society
Tann Deiliga Havn
kr. 50,00 Author: William HeinesenAdd to cart












