Norska Løva

Norska Løva

kr. 280,00

In stock

kr. 280,00

 Á eini útferð í 1935 fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum.

Mentunnargrunnur Studentafelagsins 2010, 268 síður

Availability: In stock SKU: 9789991843926 Categories: , Author:

Description

Tá sá hann okkurt grønt  skyggja í einum fjøruhyli. fyrst helt hann, at tað var slýggjutur steinur, men hann hevði neyvan glógvað soleiðis. Hann hálaði troyggjuermuna upp og stakk hondina niður í hylin. Hon kom upp aftur við einum grønum steini, sum var óvanliga tungur. Í hvussu er eini fýra pund, hóast hann bara var einar sjey tummar til longdar og einar tveir til tjúktar. Tað var einki slýggj á steininum, og drongurin sá nú, at tað var ein standmynd, sum ímyndaði ein mann. Men ein tílikan mann hevði hann aldrin áður sæð.

Færøernes Mellem- og Realskole er ein vakran dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri ar síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, sum fór á land nýggjársaftan 1707. Á útferðini hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggji drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum. Hóast Hannis ikki hevur nógv álit á, at tað skal lukkast at finna fram til nakað so nógv ár seinni, tekur hann av. Brátt er hann fløktur upp í eina røð av ósvaraðum spurningum og deyða.

Additional information

Weight 443 g