

Í eygnahædd

Í eygnahædd
kr. 398,00
kr. 398,00
- Description
- Additional information
Description
Henda øldin er og hevur á so mangan hátt verið ein uppgerðartíð, eitt tíðarskeið, har tú í heilum fært eina kenslu av at missa yvirlit og tamarhald og mást ásanna, at yvirhøvur einki er tann sjálvsagdi lutur, tú helt tað vera – heldur ikki friður við sátt og semju, sum seinastu mongu árini hevur rátt í okkara priviligeraða parti av heiminum. Í yrkingini Onkran morgun hjá Jóanesi Nielsen í yrkingasavninum Brúgvar av svongum orðum frá byrjanini av øldini (2003) verður staðfest, at alt, sum er fast, loysnar, og henda orðing rakar við eitt tíðarskeið á tremur av nýggjum møguleikum, men sum eisini í stóran mun hevur verið merkt av hóttanum og brotasjógvum, ið á ymiskan hátt fluttu okkum í mátanum at liva og hugsa – eisini listaliga.
Ein tílík dynamisk broytingarstøða, sum í dag – nú alt flytur seg – loysnar, og gamlir autoritetir støðugt verða bjóðaðir av, er neyvan haldbesta støðið undir einari listasøgubók – í øllum førum ikki, um talan var um tað gamla slagið av eini kanoniserandi listasøgu, har ein hópur av listafólkum og -rákum verða lýst og viðgjørd í tíðarrøð við miklum víðskygni og við einum at síggja til greiðum yvirliti við hierarkii, og hvar hvør hoyrir til. Hetta tykist meira ella minni vónleyst, tá sjálvt undirstøðið rillar og hevur gjørt tað alla øldina, so at gamlar skipanir missa ræði og autoritet – eisini sjálvur yrkisbókamiðilin við sínum annars naglfasta og permanenta líki. Soleiðis má tað vera, tá alt flytur seg so mikið skjótt, at leksikon og tílíkar handbøkur gerast ótíðarhóskandi longu áðrenn, tey eru liðugt prentað.
Lagt verður fyri við eini langari ritroynd um samfelagsligar og mentanarligar hendingar, sum eyðmerkja 21. øld úti og heima. Harnæst verður greitt frá listaligum slóðbrótarum – eldri sum yngri – hvørs árin merkjast langt inn í okkara tíð og um listalig frambrot, sum javnt og samt føra okkum fram á leið. Síðan er ein drúgv viðgerð av listini hjá yvir hálvtrýss listafólkum og at enda ein eftirskrift, har tikið verður saman um rák og samtíð.
Additional information
| Weight | 1121 g |
|---|
Related products
-
-
Books, Books about the Faroe Islands, Art, Non-fiction
Mellem Færøerne og maleriet. Samuel J.-Mikines, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni
kr. 395,00 Author: Nils OhrtAdd to cart -
Children's Books, Books
Bókin sum ikki vildi verða lisin
kr. 130,00 Author: Bárður OskarssonAdd to cart -
children's and youth books, Children's Books, Books, Faroese Books
Øll telja við
kr. 198,00 Author: Kristin RoskifteAdd to cart -
Books, Faroese Books, Art
Jóannis Kristiansen Den færøske impressionist
kr. 598,00 Author: Petur Martin PetersenAdd to cart -
Books about the Faroe Islands, Art
150 IMPRESSIONS of the Faroe Island
kr. 250,00 Author: Ólavur FrederiksenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Art
Jóannis Kristiansen Tann føroyski impressionisturin
kr. 598,00 Author: Petur Martin PetersenAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Art, Non-fiction
Úr myrkrinum / Out of darkness
kr. 348,00 Author: Kinna PoulsenAdd to cart -












