

Heimurin ið hvarv

Heimurin ið hvarv
kr. 348,00
kr. 348,00
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka – og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga.
Meistaraverkið “Heimurin, ið var” hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í bókmentasøguni. Bókin varð til, ímeðan Zweig flýddi undan nasismuni fjart frá sínum kæra Wien. Fyrst flýddi hann til Onglands, síðan til Brasil.
- Description
- Additional information
Description
Í februar 1942 sendi hann handritið til forleggjara sín, og dagin eftir tók hann sítt egna lív saman við konu síni. Lívið sum flóttafólk hóvaði honum ikki og hann toldi ikki at síggja hugsjónina um friðarliga og siðmentaða Evropa fara fyri bakka.
Men tó at sorgblídni seyrar ígjøgnum bókina, er hon ein fjálg kvøða til humanismuna, listina og tað opna Evropa, sum fyri hann var hæddin av allari mentan og siðmenning.
Hóast bókin byggir á hansara egnu lívssøgu og listarligu menning, er hon fyrst og fremst endurminningar hjá einum evropeara. Einum ungum menniskja, sum fyrst í 1900-talinum sýgur Evropa til sín, er hugtikin av list og bókmentum og øllum tí, ið stórir evropiskir býir høvdu á skránni, tá ið øll framvegis hildu, at tað kundi bara ganga framá, og at sterka mentanin fór at vera ein varandi verja ímóti allari mannminkan og niðran.
Additional information
| Weight | 786 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Author: Haruki MurakamiAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bommhjarta – trilogi nr. 2
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Vit, Føroya fólk
kr. 278,00 Author: Bjørk Maria KunoyAdd to cart -
-
Novel, Translations of Faroese Fiction, Translated to English
The Black cauldron
kr. 125,00 Author: William HeinesenAdd to cart -
-
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ævisøgan um monologin
kr. 248,00 Author: Olaf S. ThomsenAdd to cart -
-
Novel, Translations of Faroese Fiction, Translated to English
The lost Musicians
kr. 145,00 Author: William HeinesenAdd to cart -












