Krossmessa

Krossmessa

Krossmessa

kr. 298,00

In stock

kr. 298,00

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789991879079 Vørubólkar: , , , Rithøvundur:

Lýsing

Tá ið tvey ung, bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Um somu tíð fær Hannis Martinsson vitjan og verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu. Hann tekur treyðugt ímóti avbjóðingini, sum eisini vísir seg at vera væl meiri vandamikil, enn hann hevði roknað við.

Úr bókini
“Tað sirmaði eitt sindur, og saman við teimum fáu gøtuljósunum varpaði tað ein trølsligan dám út yvir kaina við blóðutum monnum og hálvuppskornum hvalum. 
Tá kom róp í.
Í útjaðaranum, har ljósið hevði lítið vald, lógu tveir hvalir, sum tað ikki reiðiliga var sett á enn. Garnarnar hingu úti og gjørdu ein grábláan rulk ímillum hvalirnar. Hann, sum hevði rópt, peikaði niður á garnarúgvuna, har tvinnir hvítir gummistivlar við lissum komu undan.

Marselius 2005, 289 síður.