

Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin

Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin
kr. 399,00
kr. 399,00
- Description
- Additional information
Description
Tað var ikki sørt skelkandi at finna út av, at tann populeri tónleikurin, sum rakk allan vegin til Føroya gjøgnum radiobylgjurnar úr Luxembourg, og sum gjørdist ein tann størsta mentanarliga gávan til hetta land, í veruleikanum tók seg upp millum útslitnar og desperatar trælir í Amerika.
Tí tað vóru trælirnir sum skaptu negro spiritual tónleikin og brúktu hann til linna og vón í tí vónleysu tilveru tey vóru tvungin inn í.
Og tað var hesin tónleikur, sum mentist til blús, jazz og gospel. Og til kontry, swing og R&B, áðrenn alt eksploderaði í rokk’n’roll kollveltingini mitt í 1950-árunum við Elvis Presley og tí nýggja ungdóminum í fokus, sum uppá mangar mátar broytti USA.
Einans trý ár eftir stóra gjøgnumbrotið hjá Elvis, skrivaðu Robert McBirnie og hinir í Red Boys tónleikasøgu, tá teir sum teir fyrstu settu streym á tónleikin í Losjuni suðuri í Vági og við teimum fyrstu tannáringunum í Føroyum og tí nýggja, ungdómliga og orkumikla tónleikinum traðkaðu inn í 1960-árini – tað máttmiklasta áratíggju nakrantíð.
Søgan um røturnar hjá populer tónleikinum er ein bergtakandi ferð aftur til ta døpru trælatíðina í USA og til tey kompleksu samfelagsligu rák við ovurstórari búskaparligari menning, tilflyting úr øllum heiminum og rasismu, sum tónleikurin er sprettur úr
Søgan gongur eisini aftur til Bakar Hansen í Føroyum, sum fekk føroyingar til at spæla uppá ljóðføri og hvussu tað fekk jazz tónleikin at spretta í Havnini í 1920-árunum og hvussu Simme og øll hini mitt í 1950-árunum loftaðu radiobylgjunum úr Luxembourg og skaptu tey fyrstu hittini tá útvarpið varð sett á stovn í 1957.
Hetta er søgan um eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík.
Additional information
| Weight | 847 g |
|---|
Related products
-
Biographies, Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Martin Luther King Maðurin og dreymurin
kr. 200,00 Author: Rúni BjarkhamarAdd to cart -
Books, Faroese Books, Art, History and Society
Gomlu prestagarðarnir
kr. 390,00 Author: J. P. GregoriussenAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Nature and Atlas, History and Society, Non-fiction
Hagabókin. Fyri uttan á Skarði
kr. 298,00 Author: Ymiskir rihøvundarAdd to cart -
-
History and Society, Translated to English
Brethren in the Faroes
kr. 300,00 Author: Tórður JóanssonAdd to cart -
History and Society, Poetry, Ballads, Songs and Music
Baladas épicas feroesas
kr. 220,00 Author: Malan Marnersdóttir, Mariano González CampoAdd to cart -
History and Society, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Konubrot
kr. 230,00 Author: Elin Súsanna JacobsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Havnar Handverarafelag 70 ár – Fyrra bind: Forsøgan og til 1979
kr. 328,00 Author: Erhard JacobsenAdd to cart -












