

Vit eru fimm

Vit eru fimm
kr. 298,00
kr. 298,00
Tormóður er nú sissaður og vorðin ein álitspápi. Í Húskinum vantar kortini eitthvørt, og so fáa tey sær hund.
Tá ið tíkin doyr, kemur ein tómi í, sum má fyllast. Og eina náttina gongur Tormóður úti í bilhúsinum framman fyri høvilsbonkin og vevur reytt leir og handilstøð saman til ein greyt. Uttan at hava hóming av tí loysir hann øgiligan mátt, og tað fær øgiligar fylgjur.
- Description
- Additional information
Description
“Vit eru fimm” eftir Matias Faldbakken, við sínari blanding av gysara, science fiction og realismu, er ein órógvandi og væleydnað skaldsøga um ein leirklump, sum vendur einum norskum býið og lívið á einari familju á høvdið. Tormóður býr við sínum tveimum børnum og konu síni, Siv, í einum norskum býi, 2 tímar uttanfyri Oslo. Eftir ein stak villan ungdóm er Tormóður nú vorðin ein álitispápi. Í húskinum vantar kortini eitthvørt, og so fáa tey sær hund. Tá ið tíkin doyr, kemur ein tómi í, sum má fyllast. Og eina náttina gongur Tormóður úti í bilhúsinum framman fyri høvilsbonkin og vevur reytt leir og handilstøð saman til ein greyt. Uttan at hava hóming av tí loysir hann øgiligan mátt, og tað fær øgiligar fylgjur. “Vit eru fimm” bindur saman ymisk sløg av skaldskapi á ein snøggan og undirhaldandi hátt.
Additional information
| Weight | 350 g |
|---|
Related products
-
Gift Items, Posters and Pictures
Bird poster A4
kr. 50,00 Author: Artist, Mikkjal á RyggiSelect options This product has multiple variants. The options may be chosen on the product page -
Gift Items, Posters and Pictures
Bird poster, A5
kr. 15,00 Author: Artist, Mikkjal á RyggiSelect options This product has multiple variants. The options may be chosen on the product page




