

Sverris søga

Sverris søga
kr. 298,00
kr. 298,00
Sverris søga er ein kongssaga um Sverra Sigurðsson, sum vaks upp síni barna- og ungdómsár í Kirkjubø. Sverri var Noregis kongur frá 1177-1202.
” Fimm ára gamal kom Sverri til Føroya og varð fostraður upp hjá Róa biskupi í Kirkjubø, sum “setti hann til bókina og gav honum vígslur, so hann varð vígdur til prest.”
Unas, sum er beiggi Róa, giftist Gunnhild, móður Sverra. Sverri var 24 ár, tá ið mamma hansara kom til Føroya úr Noreg og segði honum, at Unas ikki var faðir hansara, men at tað var Sigurð Munn, ið gjørdist kongur í Noregi í 1136. Sverri var í Føroyum í eitt ár, áðrenn hann fór til Noregs. Tá byrjaði drúgva stríð hansara at vinna ræði á landinum. Hann gjørdist oddamaður á einum hermannabólki, ið kallaði seg birkibeinar, og teir gjørdust kjarnin í heri hansara at vinna ræði á mótstøðumonnunum, fram um allar Magnusi kongi og Erlingi Jalli.
- Description
- Additional information
Description
Í øðrum evropiskumlondum var vanligt, at kongar og aðrir mætir menn fingu skrivað søgu um seg. Soleiðis var eisini við Sverra kongi. Fyrsti parturin av bókini, sum verður kallaður Grýla, hevur íslendski abbatin Karl Jónsson skrivað, meðan Sverri sjálvur sat hjá og gjørdi av, hvat ið skrivast skuldi. Seinni parturin av søguni er skrivaður ,,eftir frásøgn frá monnum, sum sjálvir hava hugsað at hava sæð ella hoyrt um tað, sum hendi”.
Additional information
| Weight | 423 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Bannað veri tíðaráin
kr. 200,00 Author: Per PettersonAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Høvdingar Hittast, Leikrit 19
kr. 100,00 Author: Regin í LíðAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ljómur guddómsins
kr. 248,00 Author: Halldór LaxnessAdd to cart -
-
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Author: Haruki MurakamiAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bommhjarta – trilogi nr. 2
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama, Short story
Pílagrímar
kr. 220,00 Author: Hanus KambanAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hamlet
kr. 225,00 Author: William Shakespeare -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Vónbrot, Leikrit 18
kr. 100,00 Author: Charlotte EilersgaardAdd to cart












