

Plantur til matna

Plantur til matna
kr. 349,00
kr. 349,00
Plantur til matna er ætlað sum frálærutilfar og íblástur til at menna føroyska vitan um grønmeti og grønmetisframleiðslu bæði hjá leikum og lærdum.
Bókin er úrslit av eini verkætlan hjá Búnaðarstovuni í samstarvi við Nám. Skrivað hevur Sigga Rasmussen, cand.hort. við drúgvum royndum í plantufrøði, undirvísing og dyrking í Føroyum. Bókin er fyrst útgivin sum teldutøk sBók og nú eisini sum prentað bók, so at fleiri kunnu fáa nyttu av tilfarinum.
Í bókini eru fleiri enn 150 ymisk grønmeti umrødd, ið kunnu trívast í Føroyum, tá umstøðurnar eru hóskandi. Nú matmentanir broytast, matvørutrygd og heilsugóður kostur eru á breddanum, og stuttflutt grønmeti er eftirspurt, er umráðandi at hava hollar royndir og vitan at byggja á. Hóast avmarkað er av skipaðum royndarvirksemi, gevur henda bókin eitt djúptøkið innlit í møguleikarnar bæði hjá vinnuni og til heimabrúk.
Myndirnar hevur Sigga Rasmussen sjálv tikið í Føroyum, og tær stuðla frálæruni við ítøkiligum dømum og royndum úr heimligum umhvørvi.
- Additional information
Additional information
| Weight | 738 g |
|---|
Related products
-
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Filmur innleiðsla í filmmál filml
kr. 220,00 Author: Eilin Hentze, Marjun NiclasenAdd to cart -
Periodicals, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Fróðskaparrit 58. bók
kr. 270,00Add to cart -
History and Society, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Konubrot
kr. 230,00 Author: Elin Súsanna JacobsenAdd to cart -
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
GMDSS SRC og ROC VHF-lærubók
kr. 348,00Add to cart -
Linguistics, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc, Poetry, Ballads, Songs and Music
Hentzasavn
kr. 250,00 Author: Eivind WeyheAdd to cart -
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Lærið íslendskt tekstir 2
kr. 98,00 Author: Turið SigurðardóttirAdd to cart -
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Teoribók til persónbil
kr. 348,00 Author: Hans Jacob HermansenAdd to cart -
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Miðlar mentan og seinmodernitetur
kr. 280,00 Author: Firouz GainiAdd to cart -
Periodicals, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Fróðskaparrit 63 bók 2016
kr. 200,00Add to cart -
Nature and Atlas, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Ískoyti til GMDSS
kr. 88,00Add to cart












