Niðunátt

Niðunátt

kr. 169,00

In stock

kr. 169,00

Líkur øllum øðrum stórum listafólki legði Steinbeck stóran dent á at lýsa umstøðurnar hjá menniskjum … og hann var í so máta óvanliga kvæmur.
– San Francisco Chronicle

Í hesi undranarverdu skaldsøguni um menniskjaligt dirvi og treiskni fagnar Steinbeck fólkaræðinum og máttinum hjá einstaklinginum at seta seta seg upp ímóti harðrendum yvirvaldi.

Eitt land í Norðurevropa er hersett. Í einum lítlum býi frystir tann fjáltur, ið upprunaliga kemur á fólk, til tigandi, gnagandi øði sum bita fyri bita máar grundarlagið undan hersetingarvaldinum, til eisini tað skilir, hvat ótti og angist er. Skaldsøgan nevnist á amerikonskum The Moon Is Down, og hon hevði ógvusligt árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-hersetta Evropa. Hóast alt varð gjørt at forða útbreiðsluni – í fasistiska Italia vóru fólk dømd til deyða fyri at eiga eitt eintak av bókini – so vóru túsundir av eintøkum í umfari í Evropa, og tey bóru vitnisburð um máttin í hugsjónum, tá ið tær standa andlit til andlits við óndskap og harðskap.

Availability: In stock SKU: 9789991876290 Category: Tag: Author:

Additional information

Weight 286 g