

Landið millum hav og himmal

Landið millum hav og himmal
kr. 298,00
kr. 298,00
Árið er 1940. Hitler tveitir bumbur yvir Noreg, á Vesturlandinum standa býir í loga, og í einari byg rýma fólk í skundi til havs á miðjari nátt. Ein sjey ára gamal drongur stendur við lúnningina og grætur, tí hann vil ikki fara frá abbanum, sum er eftir á kaiini. Leiðin liggur til Amerika.
Ferðin endar tó ikki í Amerika, men í Klaksvík, og har vórðu smádrongurin og ferðafelagar hansara verandi í mánaðir. Tíðina í Føroyum gloymdi drongurin ikki, og tá ið hann nógv ár aftaná skrivar um hana, stígur tann heimurin, hann upplivdi, ljóslivandi fram fyri lesaran, fullur av smálutum og sansan – luktum, smakkum og ljóðum – og stórum eins og smáum hendingum. Uttan sentimental itet og idealisering verður sagt frá kenslunum hjá dreinginum og roynd um hansara at skilja høvuðsspurningar sum, hvat kríggj er, og hví vit halda, at fólk, sum ikki eru eins og vit, eru løgin hvussu hann verður partur av tí nýggja umhvørvinum.
- Description
- Additional information
Description
Seinni partur av bókini, „Minnisfundur“, er ferðafrásøgn hjá høvundinum til Føroya í 1976. Her sigur frálíkur eygleiðari frá øllum teimum stóru og sjónligu broytingunum, sum eru hendar. Men høvuðsørindini eru at leita aftur til tað, ið var, og vita, um tað ber til at finna nakað av tí aftu øllum tí nýggja, modernaða, eru tað fyrst og fremst tey fólkini, hann hittir, sum gera, at hann finn tráðin aftur. Tað er eisini náttúran og veðurlagið, men ikki minni er tað ljóðið av føroyskum máli, sum vekur ta farnu tíðina til lívs og byggir brúgv til samtíðina.
Additional information
| Weight | 365 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama, Short story
Pílagrímar
kr. 220,00 Author: Hanus KambanAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama, Short story
Søgur úr býnum
kr. 198,00 Author: Jón ThorsteinssonAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hin politiski kannustoypari, Leikrit 10
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Bannað veri tíðaráin
kr. 200,00 Author: Per PettersonAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Best man vera sum er, Leikrit 5
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ein er tíðin at liva
kr. 278,00 Author: Steintór RasmussenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Tvinni Pør, Leikrit 14
kr. 100,00 Author: Peder R. MøllerAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bommhjarta – trilogi nr. 2
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Móðir sjeystjørna
kr. 149,00 Author: William HeinesenAdd to cart -












