

Fuglafjørður og fuglfirðingar II

Fuglafjørður og fuglfirðingar II
kr. 498,00
kr. 498,00
- Description
- Additional information
Description
Í áratíggjunum kring ár 1900 broyttist tað gamla landbúnaðarsamfelagið í Føroyum til eitt nýmótans handils og fiskiveiðusamfelag. Við sínum góðu atløgu- og havnamøguleikum var tað ikki merkiligt, at Fuglafjørður dróg nógv handilsvirksemi til sín, soleiðis at fleiri vinnuvirkir vórðu sett á stovn hesum tíðarskeinum. Summi av teimum eru enntá til enn. Hendan drívandi samfelagsmenningin setti nýggj krøv til undirstøðukervið og livikorini hjá fólki og setti eisini vaksandi krøv til alme ætlanir, sum eina nýggja lóggávu hjá kommunum og amti. >br< Kommunulógin frá 1872 bleiv undurlag fyri vanliga tvungna skúlagongd, sum skuldi tryggja eitt alment útbúgvingarstøði hjá fólki. Eisini á heilsuøkinum vóru broytingar á veg. Hetta kom til sjóndar við stovnseting av staðbundnum sjúkrakassa; og eftir at hava havt eina sjúkratænastu við heimstaði í Klaksvík, eydnaðist tað umsíður at fáa egnan kommunulækna í 1946. >br< Í Fuglafirði blómaði felagslívið í fyrru helvt av 1900-talinum. Hetta var ikki bert innan ítrótt, li mentan, men kom eisini til sjóndar við, at bæði menn og kvinnur, sum arbeiddu innan handil og fisk í 1930unum tóku seg saman í yrkisfelagskapir fyri at berjast fyri betri lønar- og arbeiðsviðurskiftum. Frá at hava verið ein eyðsýnd konservativ bygd politiskt, byrjaði tann politisk myndin nú at broytast og blíva meira fjølbreidd.
Additional information
| Weight | 2036 g |
|---|
Related products
-
Biographies, Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Martin Luther King Maðurin og dreymurin
kr. 200,00 Author: Rúni BjarkhamarAdd to cart -
-
History and Society, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Konubrot
kr. 230,00 Author: Elin Súsanna JacobsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Fjálgasta friðskjól á foldum
kr. 350,00 Author: Janus Mohr -
-
Books about the Faroe Islands, Food and Drink Books, History and Society
Traditional Faroese food culture
kr. 129,00 Author: Jóan Pauli JoensenAdd to cart -
-
-
History and Society, Translated to English
Brethren in the Faroes
kr. 300,00 Author: Tórður JóanssonAdd to cart -
History and Society, Poetry, Ballads, Songs and Music
Baladas épicas feroesas
kr. 220,00 Author: Malan Marnersdóttir, Mariano González CampoAdd to cart












