

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus
kr. 149,00
kr. 149,00
- Description
- Additional information
Description
Frásøgnin hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar. Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalems. Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk.
Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard myndprýtt. Í bókini eru fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann, og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina. Martin Luther gav í síni samtíð út Nýggja Testamenti við endamálinum at týða í ein málbúna, sum gav vanliga fólkinum høvi at skilja tekstin. Føroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað, og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus
Frásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli.
Vit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin frammanundan, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.
Additional information
| Weight | 115 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Religion and Spirituality
Kirkjan í bábilskum fangilsi
kr. 180,00 Author: Martin LutherAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Religion and Spirituality
Bíbliuorðabók
kr. 400,00 Author: Jóhannes HaraldsenAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Religion and Spirituality, Non-fiction
Tilverutankar stuttsøgur og hugleiðingar
kr. 180,00 Author: David JohannesenAdd to cart -
Faroese Books, Religion and Spirituality
Morgunlestrar
kr. 150,00 Author: Kristian Osvald ViderøAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Religion and Spirituality
Dirvi til at liva
kr. 225,00 Author: David JohannesenAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Religion and Spirituality
Framtíðarvónir
kr. 160,00 Author: David JohannesenAdd to cart











