ELLIVU nr. 12
kr. 89,00
Í hesi útgávuni er ein familjugrein við trimum ættarliðnum av Od(d)mari Færø, sum allir hava spælt á manslandsliðnum hjá Føroyum. Profilarnir eru Odmar Færø yngri og Rebekka Benbakoura. Eftir eitt søguliga gott ár í Evropa, verður Magne Hoseth settur í heita stólin.
Emil L. Jacobsen gravar í eini áhugaverdari søgu frá 1993, tá HB kom víðari í Evropa móti lettiska RAF Jegvara – uttan at spæla. Petur Knudsen hevur skrivað dagbók úr Texas og ungu spælararnir at hava eyguni eftir eru Áki Johannesen og Helga Mikkelsen.
Jónas Tór Næs velur sínar bestu 11.
- Description
Description
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.















