

Ein annar er gull

Ein annar er gull
kr. 348,00
kr. 348,00
EIN ANNAR ER GULL er framhald av væl umtókt skaldsøguni EIN TÁTTUR.
Fyrra bókin endar við, at sluppin, sum maður var við, varð skotin á Føroya banka. Men – og søguliga satt – koma allir menninir, sum vóru við sluppunum, skotnat vórðu á bankanum henda dagin, aftur í øllum góðum.
- Description
- Additional information
Description
Tey bæði og børnini fara undir gerandisdagin aftur, men han hevur fingið sálarligt mein av tilburðinum. Tilveran, ið var stríggin framman undan, verður nú uppaftur strævnari.
Sólrun lýsir korini hjá vanligum fiskimannahúskjum í hesum tíðum í gerandisdegnum, og tá ið hóttafall kemur á.
Kríggið endar, og Sólrun leiðir okkum ígjøgnum nakrar lagnur beint sum spanska sjúka og tuberklasjúkan taka seg upp.
Tann eini tátturin er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bondunum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á. Ring samvitska um at bróta heilagar reglur. Kanst tú vera heil kvinna, kona og mamma, um tú verður ásttikin í einum manni, meðan tann, tú ert gift við, liggur sjúkur?
Additional information
| Weight | 440 g |
|---|
Related products
-
-
-
-
-
-
-
-
Novel, Translations of Faroese Fiction, Translated to English
Mother pleiades
kr. 115,00 Author: William HeinesenAdd to cart -
-












