Blæsende Gry

Blæsende Gry

kr. 298,00

In stock

kr. 298,00

Availability: In stock SKU: 9789991888729 Categories: , Author:

Description

Fyrsta skaldsøgan eftir William Heinesen

BLÆSENDE GRY
Nutidsroman fra Færøerne

Blæsende Gry. Nutidsroman fra Færøerne gevur eina livandi mynd av lívinum í Føroyum fyrst í 20. øld. Bókin hevur serliga áhuga fyri sambandinum millum nýggja vinnulívið og trúarlívið.
Blæsende Gry. Nutidsroman fra Færøerne var fyrsta skaldsøgan eftir William Heinesen, og hon kom út í 1934. Upp gjøgnum 1920-árini var William Heinesen vorðin virdur yrkjari, men kendi seg inni¬lokaðan í yrkingini. Hann gjørdi tí av at skriva skaldsøgur fyri at fáa fleiri lesarar og betri inntøku av skrivingini.
Tað var ein stór skaldsøga, næstan 500 síður, sum kom á svenskum og norskum árið eftir. Skaldsøgan er nú prentað uppaftur í júst sama líki sum upprunaliga saman við tveim¬um greinum um skaldsøguna. Aðra hevur Malan Marnersdóttir, dr. phil. og professari, skrivað um móttøkuna í Føroyum, og hina hevur Bergur Rønne Moberg, ph.d. og lektari, skrivað um brævaskiftið millum William og Munksgaard, útgevaran.

Í 1961 kom ein umskrivað og nógv stytt Blæsende gry út, sum er hon, ið varð týdd til føroyskt.
H.N. Jacobsens Bókahandil gevur nú upprunaskaldsøguna út av nýggjum, tí hon er byrjanin á einum tí navnframasta føroyska ritverkinum.

Permumyndina gjørdi William Heinesen til svensku týðingina.