

Ættarsøga II Ætt mín í Fuglafirði og brot úr undurminningum

Ættarsøga II Ætt mín í Fuglafirði og brot úr undurminningum
kr. 300,00
kr. 300,00
Henda bókin er seinni partur av søguni um ættina hjá steinbjørn. Fyrra bókin, Ættarsøga I – frágrieðingar frá Binu í Lambanum o.ø., kom út í 2022.
Hetta er søgan um faðirætt høvundans umframt hansara egnu endurminningar. Í fyrru helvt av bókini greinar Steinbjørn faðirættina, samantvinnað við frásagnum um týðandi hendingar, sum ávirkaðu lívið hjá forfedrum hansara. Seinna helvt av bókini lýsir lív rithøvundans saman við forfedrum og systkjum.
Av forvitnisligum frásagnum, sum eru í bókini, kunnu nevnast hendingin tá abbabeiggin hjá Steinbjørn hvarv í Klaksvík jólaaftan 1954, og hendingin tá ið Steinbjørn fekk lívshættisligt skallabrot um somu tíð, sum flúgvarin datt niður í Mykinesi í 1970.
- Description
- Additional information
Description
Steinbjørn í Lambanum er føddur í 1953 í Fuglafirði. Hann vaks upp í einum fiskimannaheimiog fekk útbúgving sum maskinsmiður, maskinistur og seinni bilmekanikari. Aftaná mong ár sum bilsmiður gjørdist hann síðst í nítiárunum sýnsmaður hjá Trygd, og har var hann, til hann fór frá fyri aldur í 2020.
Tó at starvsleiðin ikki ber brá av skaldskapi, so hevur Steinbjørn altíð dáma væl at festa orð á blað. Frá síðst í áttatiárunum til miðskeiðis í nítiárunum var hann drívkraftin í at geva diabetestíðindi út. Eisini hava mangar góðar og skemtiligar yrkingar frá hansara penni sett dám á brúdleyp og veistlur í Fuglafirði millum ár og dag. Bæði blaðútgávur og yrkingar vísa týðiligt skaldsligt hegni.
Additional information
| Weight | 1225 g |
|---|
Related products
-
Books, Published by H.N. Jacobsens Bókahandil, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Snøklar
kr. 50,00 Author: Maria Eide PetersenAdd to cart -
Biographies, Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Martin Luther King Maðurin og dreymurin
kr. 200,00 Author: Rúni BjarkhamarAdd to cart -
-
-
-
Biographies, History and Society
Meg minnist og ørminnist 2. 1949-1956
kr. 240,00 Author: Heini OlsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Fólkaatkvøðan 14. september 1946
kr. 399,00 Author: Zakarias WangAdd to cart -
Books about the Faroe Islands, Food and Drink Books, History and Society
Traditional Faroese food culture
kr. 129,00 Author: Jóan Pauli JoensenAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Havnar Handverarafelag 70 ár – Fyrra bind: Forsøgan og til 1979
kr. 328,00 Author: Erhard JacobsenAdd to cart












