





Beckmann Active Air FLX – Forest Deer Blue

Beckmann Active Air FLX – Forest Deer Blue
kr. 999,00
kr. 999,00
Viðmælt til 1.-2. flokk
Rúmd: 20-25L
Vekt: 1000 g
Mát: 26cm x 39cm x 22cm (Breidd, hædd, djúbd)
Tilfar: 100% rPET-polyester úr endurnýttum plastfløskum
- Description
Description
Active Air FLX kemur við tí test-vinnandi ‘AIR FLOW’-skipanini við luft í rygginum! Tann nýskapandi rygg-skipanin er grundað á eina samanseting av luft og polstring. Ágóðarnir av luftini er, at hon dynamisk breiðist og gevur størri kontaktflatu millum tasku og rygg, sum síðani førir til betri styttu.
FLX – tí allir dagar eru ikki líka! Við FLX-funktiónini kann sekkurin víðkast til at halda heili 5 eyka litrar, tá tørvur er á tí.
Ryggsekkurin kemur við innbygdum regnslagi í ovara lummaklaffi, hentum vatntættum lumma til matpakkan, og fleiri ymiskir knøttar, ið kunnu setast fast ymsa staðni á ryggsekkinum. Active Air FLX er sniðgivið við einum skráum opi, sum gevur gott yvirlit av innihaldinum.
Øll sniðini hava ein frontlumma, ið kann vendast, sum ger tað gjørligt hjá ryggsekkinum at broyta útsjónd. Børn eru ymisk, og tey mennast skjótt innan tey fyrstu skúlaárini. Tí kann ryggsekkurin eisini gerast meira nevtralur, um tað ynskist.
Vinnari av IGRs Íverksetarnarprísi fyri ergonomi 2022.
Vinnari av Dagbladets Store Skolesekktest 2021.



















