

Popptónleikur úr Vittula

Popptónleikur úr Vittula
kr. 188,00
kr. 188,00
Popptónleikur úr Vittula er ein garrvill, sjarmerandi og poetisk søga um dreingirnar Matti og Niila og uppvøkstur teirra í bygdini Vittulajankka, ella Vittula, í Norðursvøríki, heilt uppi við finska markið.
Søgan fer fram í 60-unum og 70-unum, tá ið nýggja tíðin umsíðir kemur til fjarast avbygdirnar í Svøríki. Vegir verða asfalteraðir, smájarðarbrúk verða avtikin, fremmandir trúboðarar vitja – og tónarnir frá Elvis og Beatles gera innrás.
Eldru ættarliðini halda lítið um alt hetta nýggja. Minnini um hungursárini í 30-unum og tann serliga kristnitrúgvin hava festdjúpar røtur í bygdarfólkið, og tey halda treiskliga fast í gamlar siðir sum sjómanstak, at rætta tong, manndómsroysni í baðstovunum og heimabrenning. Og tá ið brúdleyp er, er besta undirhaldið at fara til hendurs. Mitt í øllum hesum droyma Matti og Niila um at gerast rokkstjørnur.
- Additional information
Additional information
| Weight | 464 g |
|---|


