Úr Havana á upsaveiðu

Úr Havana á upsaveiðu

kr. 300,00

In stock

kr. 300,00

Í Havn er nógv fólk komið út á molan at forvitnast og taka ímóti fremmandu skipunum av Kuba. Fólkið noyðist tó at brynja seg við toli, tí long tíð gongur, frá tí at fyrsta til síðsta skipið kemur inn um molan henda 17. august 1973. Kubatrolararnir fara í Norðsjógvin sum vaktarskip í oljuvinnuni. Men uppgávurnar fækkast, og skipini gnadda gummi á Hulki. 

– Eg fór at hugsa um, at kanska hevði tað loyst seg at umbygt kubatrolararnar til fiskiskap undir Føroyum. Skipini høvdu hóskandi stødd, eina fína last og ivaleysa stór manningarúm. Men spøl, maskina, hjálpimotorar og tólini á brúnni kundu ikki nýtast, sigur Olaf Olsen. 

Tað er byrjanin til Beta, sum í 29 ár rekur fiskiskap við Føroyar. Beta hevur verið gjøgnum fleiri kreppur, ið verða lýstar í bókini.  Men Beta hevur eisini gingið á odda við at endurnýggja heimaflotan. Skipini, ið Beta stutt eftur aldarskiftið gjørdi sáttmála um við spanska skipasmiðju, eru framvegis nýggjastu skip, ið føroyingar hava latið byggja til fiskiskap undir Føroyum. 

Olaf Olsen 2022, 314 síður. 

Availability: Á goymslu Vørunummar: 9789991837567 Vørubólkar: , , Rithøvundur:
Sí kurv