Um Guð

Um Guð

kr. 229,00

In stock

kr. 229,00

Availability: Á goymslu Vørunummar: 9789991876962 Vørubólkar: , , Rithøvundur:
Sí kurv

Lýsing

Menniskjan hevur altíð havt varhugan av einumhvørjum, ið hon fataði sum guddómligt í tilveruni, og hon hevur altíð roynt at ímynda sær hetta guddómliga.    

Tað, sum vit nú á døgum í kristnini kalla Guð, er ment burtur úr ørgrynni av gudsmyndum, sum vórðu til í ymsum ættarbólkur og mentanum í Miðeystri í mong túsund ár. Gudsmyndirnar eru ofta mótstríðandi.    

Guð fær eyðkenni og eginleikar frá snúnum ættargudum hjá seyðahirðum, tí hevndarhugaða fjallagudinum Jahve, ergamla El kongi kánáanita, drekavegarunum Báal og Mardukki. Hann opinberar seg í ódnum og torusláttri og kemur stundum á pall sum demonur.    
Hvussu kann Guð vera bæði kærleiksfullur og blóðtystur?
Nær kemur hugsanin um æviga lívið til sjóndar, og hvussu við djevulinum?
Hvussu mangar skapanarsøgur eru í roynd og veru í bíbliuni?    

UM GUРer bók fyri trúgvandi sum ivandi, hon kann verða lisin av tí bíbliukøna eins væl og av tí leitandi, ið ongantíð hevur latið eina bíbliu upp. Í bókini leitar høvundurin eftir slóðum Guðs.    

Ver við á hesi fjøltáttaðu ferð, á leiti eftir Guði.

 

Sprotin 2014, 354 síður.