Ukrainska dagbókin
kr. 248,00
Í dagbókabrotunum er Kurkov bæði vónríkur og ørkymlaður um hóttandi og óstýriligar kreftir, sum stóri grannin hjá Ukraina eggjar til.
Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, tá verandi forseti Ukraina, at skriva undir samstarvsavtalu við ES. Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælisfólki savnaðust á Frælsisplássinum – Maidan – í Kiew. Og síðan hendi so mangt annað. Viktor Janukovitj flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálvoynna, og bardagarnir harnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina.
Sprotin 2023, 288 síður.