Turkaránið í Vestmannaoyggjum
DKK 248,00
Ólavur greiðir frá ófatiliga harðskapinum.
Manni, sum nevndist Bjarni Valdson, høgdu teir høvdið av niðan fyri eyguni, meðan kona hansara gekk undir liðini á honum og sá tilburðin. Hon svímaði skríggjandi niður yvir deyða likamið á manninum, men teir tóku um føtur hennara og drógu hana burtur, sum var hon ein deyðseyður við fótunum yvir høvdinum. Tann deyða høgdu teir sundur, sum tá ið seyðakrov verður høgd í smábitar at lata út í súpan.
—
Turkar fóru eins eirindaleyst fram í Føroyum í 17. øld. Turkaránini í Hvalba eru tí skoytt upp í hesa íslendsku søguna.
Sprotin 2016, 158 síður