Trolaralív søgur úr Barentshavinum
kr. 248,00
Í bókini eru 28 samrøður og upplýsandi greinar um lívið og arbeiðið hjá føroysku sjómonnunum umborð á langfaratrolarunum Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi. Greinarnar vórðu skrivaðar í mars og apríl í ár, tá ið høvundurin vitjaði umborð á trolarunum,meðan teir fiskaðu í Barentshavinum. Kunning er um allar fýra trolararna,tveir yrktir føðingardagssangir, frágreiðing frá fyrsta møtinum umborð á øllum fýra trolarunum og kort yvir Barentshavið,sum vísir,hvar trolararnir vanliga royna.