Tað tómliga tolsemið

Tað tómliga tolsemið

DKK 150,00

In stock

DKK 150,00

Availability: Á goymslu Vørunummar: 9789991880556 Bólkur: Rithøvundur:
Sí kurv

Lýsing

Høgni Mohr dansar aloftast niðri á prosaiska pallinum við poetiskum fetum. Hesaferð ger hann tað í sjey essays, sum so ella so snúgva seg um evnið, tolsemi. Sum vanligt síggja vit verðina frá hansara nakna súkkluperspektivi. Hann er á føðingarferð. Hann ger upp við meiningsleyst kjak, Danmark og føroyskar politikarar. Hann blæsur til bardaga móti ferðavinnu og ovurnýtslu. Og hann viðger gamlar happingarsyndir og hjúnaskilnað. At enda fremur hann eina uppgerð við tolsemishugtakið. Alt við sínum serliga musikki í orðum, setningum og frásøgn.

Tekstarøð eftir Høgna Mohr.

Teir sjey tankatekstirnir í bókini eru hesir:

“Einki heiti”

“Meiningarleysar meiningar”

“Sekkjaður”

“Landet med citronmånen”

“Lendisvandálar”

“Fyrigev okkum syndir okkara”

“Tað tómliga tolsemið”

Útgevari: Øgiliga egið forlag, 2020

Síðutal: 60

Additional information

Weight 164 g