Styrki í stríðnum

Styrki í stríðnum

DKK 150,00

In stock

DKK 150,00

Availability: Á goymslu Vørunummar: 9789991845647 Bólkur: Rithøvundur:

Lýsing

Jógvan Júst Rasmussen er ættaður úr Klaksvík. Hann búði í USA frá 1976 til 1985. Kona hansara, Cathy, er úr USA. Í 1986 fluttu tey til Filipsoyggjarnar, har tey búðu í 30 ár, inntil tey í 2016 fluttu til Italia. Jógvan Júst hevur týtt Skriftirnar til eitt av muslimsku málunum á Filipsoyggjunum. Hann arbeiðir nú sum týðingarráðgevi. Cathy og Jógvan Júst eiga trý børn og seks ommu- og abbabørn.

Brot úr innleiðingini
Síðan á vári í 1989 hava vit í takkarbrøvunum, vit senda til teirra, sum hjálpa okkum í arbeiðinum, ein bredda, har vit í stuttum fara ígjøgnum onkra bók ella okkurt evni í Skriftini. Vit fóru fyrst ígjøgnum Fyrra Pætursbræv, síðan nøvn Guds, síðan Zakariasar bók og so Esaias 40.

Síðstu árini eri eg farin at hugsa, at møguliga skuldi hetta verið savnað saman í bók. Sjálvt um bøkurnar ella evnini ikki eru beinleiðis tongd hvørt at øðrum, so eru tey tað kortini. Vit kunnu siga, at tey eru ein liður í at hjálpa okkum í tí arbeiði, Harrin hevur sett okkum at gera. Zakarias, um vit kunnu taka hann fyrst, lýsir fyri okkum verkið, Harrin hevur givið okkum at fullføra; Fyrra Pætursbræv vónina, Harrin hevur givið okkum at fegnast í; Nøvn Guds verjuna, Harrin hevur givið okkum at flýggja til og Esaias 40 vegin, Hann hevur givið okkum at fylgja. Í stríðnum, sum lívið ofta er, er tryggjandi aftur og aftur at leita til Skriftir­nar og har at vera mintur á verkið, vónina, verjuna og vegin.

Hendan vørar er løgd i tína keypskurv::