Siglandi arvurin

Siglandi arvurin

kr. 280,00

Out of stock

kr. 280,00

Henda bók umrøður føroyskt træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar. 

Í 1804 fer fyrsta seglaskipið av bakkastokki í Føroyum. Sagt verður frá Royndini fríðu og ørðum førum, smíðað verða í 1800-talinum. 

Motorbátaøldin tekur við eftir 1900, og nógvir motorbátar verða smíðaðir. Aftast í bókini er skrá við umleið 250 motorbátum. 

Greitt verður frá fjølbroyttum skipasmíði fram til 1978, tá ið seinasta langfaraskipið, Jøkul, fer av bakkastokki. 

Parturin “Siglandi mentanararvurin” umrøður gomul seglskipini og motorbátarnar, sum enn rógva út. 

Forlagið Kjølur 2013, 211 síður.  

Availability: Ikki á goymslu Vørunummar: 9789991899022 Vørubólkar: , , Rithøvundur: