Saga JAM

Saga JAM

kr. 397,00

In stock

kr. 397,00

Saga JAM

Æviskalsøga eftir Høgna Mohr

Jan-Allan Müller verður føddur í Havn í 1969. Hann veksur upp sum einkabarn í Tippinum í Vági. At mamman er sjúk, og pápin drekkur, fyllir nógv.

Fótbóltur verður bløðruta frírúmið hjá Jan-Allani.

Inn á vøllinum roynir Jan-Allan eisini av øllum alvi at vinna viðurkenning frá pápanum. Men drongurin er og verður verandi einsamallur.

Tá ið hann kennir, at øll svíkja, blívur Jan-Allan sín egni einmansherur.

Bardagin ber hann gjøgnum baldruta ítróttalívið inn í eitt yrki við nógvum pengum – og haðan út í skommina sum avdúkaður lúrari og fongsulsdømdur svikari.

Ferðin endar við andláti og endurføðing.

Saga JAM er 397 síður. Bókin kann metast sum magnum opus hjá Høgna Mohr.

Availability: Á goymslu Vørunummar: 9789991880570 Vørubólkar: , , Rithøvundur: