Útselt!

Portrettið

Portrettið

kr. 168,00

Out of stock

kr. 168,00

Tøki: Ikki á goymslu Vørunummar: 9789991875521 Vørubólkar: , Rithøvundur:

Lýsing

Portrettið
Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á? “Portrettið” er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr – men við søguligum botni – pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða.

 

Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta – Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 – og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.

 

Leikarar eru Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað “Aftaná undrið” eftir Jóanes Nielsen, “Kirsiberjagarðurin” eftir Tjekhov og “Breaking the Waves” eftir Lars von Trier.

 

Portrettið er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru “Eitur nakað land Weekend?” (Gríma 2001), “Aftaná undrið” (Tjóðpallurin 2009) og “Havfrúgvin” (Tjóðpallurin 2016).