Magnus Fuglø – Seyðabóndi í suðurgrønlandi

Magnus Fuglø – Seyðabóndi í suðurgrønlandi

kr. 298,00

In stock

kr. 298,00

Magnus Fuglø, sum varð føddur á Viðareiði 23. juli í 1903, hevði sjaldsaman seyðahug, men jørð var eingin í húsinum, og tí fór hann, sum flestir dreingir tá, til sjós.

Í 1951 frætti hann, at møguleiki var at fara undir seyðahald í Grønlandi.

Magnus var bráðræsin maður, og 49 ára gamal fór hann til Grønlands í 1952. Konan Saloma og einkasonurin Jacob koma til Grønlands í 1953, og Magnus setur búgv í Tasiluk, har tey balast sum seyðabøndur.

Sonurin Jacob Fuglø og kona hansara Marie greiða í bókini frá teimum stívliga 20 árunum, tá ið familjan við ótrúligum ágrýtni fekk seyðahald at bera til í Suðurgrønlandi.

Sprotin 2022, 177 síður.

Availability: Á goymslu Vørunummar: 9789997214959 Vørubólkar: , , Rithøvundur:
Sí kurv