Útselt!

List

List

kr. 299,00

Out of stock

kr. 299,00

Tøki: Ikki á goymslu Vørunummar: 9789991837093 Vørubólkar: , , , Rithøvundur:

Lýsing

Eina ódnarnátt í november verður meistaraverk hjá Mikines stolið á Listasavni Føroya. Stjórin Sára Emmudóttir stendur fyri skotum og má stríðast fyri starvinum og savninum. Tá ið loynidómar og rossahandlar koma undan kavi, avdúka teir skitið spæl í listaheiminum og í politiska umhvørvinum.
Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna gallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar.
Jón Amos kemur á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing, og hann má brúka dirvi og list fyri at avdúka hana – um hann yvirhøvur megnar tað og kemur livandi frá tí.
Sannleikin kann broyta alt.

Forlagið Viva 2021, 199 síður.