Klaps

Klaps

kr. 129,95

In stock

kr. 129,95

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 0074 Vørubólkar: ,
Sí kurv

Lýsing

Klaps er eitt spæl, sum argar. Hvør luttakari fær 10 kort at byrja við. Nú snýr tað seg um at sleppa av við hesi kort, við allatíðina at stinga tað, sum liggur úti í bunanum ella við at rudda bunkan ella við at brúka eitt sonevnt “actionkort”, sum kann broyta gongdina í spælinum. Kann ella vil man ikki spæla kort út, má man trekkja kort úr bunkanum, og so eigur tann næsti. 

Spælið er skjótt og argandi, go so hevur tað tann fyrimun, at alt knappliga kann vendast á høvdinum, júst tá ið man helt, at nú vann man. Í hvørjum umfari snýr tað seg um at sleppa skjótast av við síni kort, og luttakararnir fáa stig mátað eftir, hvussu væl teir duga at blíva lidnir. 

Man spælir nøkur umfør har luttakararnir kappast um stig. Spælið kann antin spælast í eitt avtalað tal av umførum ella til ávíst tal av stigum er rokkið, alt eftir, hvussu nógv tíð er at spæla í.