Karmageitin

Karmageitin

kr. 220,00

In stock

kr. 220,00

215g

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789991888941 Vørubólkar: , , , Rithøvundur:

Lýsing

Yrkingasavnið handfer somu temu sum leikritið, men víðkar og legggur aftrat, og eisini her skyggja tekstirnir millum humor, spei og djúpasta álvara. Sjónarhornið er hjá einstaklinginum, eisini her ein kvinna. Tað lyriska tekstslagið loysir yrkjaran heilt frá avmarking í tíð og stað, og úrslitið er persónssøga, ættarsøga og heimssøga. Sjónstillingin skiftir millum sjóneyku og víðsjón í yrkingum, sum viðgera spurningar um lív og deyða í okkara tíð. Yrkingarnar lova tí óhelmandi meiningaskapandi mynda- og upplýsingafossinum í heimligu og alheimsligu netmiðlunum inn og lofta harvið okkara tíð. Skaldkvinnan letur seg tó ikki taka av fossinum, men tekur ímóti honum við víðfevndum innliti eins væl og skaldsligari mynda- og heildarskapandi megi. Og tað verður ikki breitt útyvir, tá innlitið gerst óunniligt.

Ungu Føroyar 2022, 138 síður.