Jólagrísurin

Jólagrísurin

DKK 250,00

In stock

DKK 250,00

Availability: Á goymslu Vørunummar: 9789997207234 Vørubólkar: , , Rithøvundur:
Sí kurv

Lýsing

Jack er so góður við toyleikað hjá sær, Gísjaba. GB hevur altíð verið hjá honum, bæði í góðum og ringum. Til eitt jólaaftanskvøld, tá ið nakað ræðuligt hendir – GB hvørvur. Men jólaaftan er náttin fyri undurverk og tað tapta. Ein nátt, tá ið lutir vakna til lívs … eisini leiku.

Bókin er til børn, sum eru umleið átta ár og eldri, og hetta er fyrsta pappírsbókin til børn, sum J.K. Rowling gevur út, síðan hon skrivaði bøkurnar um Harry Potter.

Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bókin er innbundin og 318 síður.
Prísur: 250,-
ISBN: 978-99972-0-723-4

Stjórin á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen, sigur soleiðis um útgávuna: ”Eins og Harry Potter-bøkurnar megnar bókin at viðgera veruleikan á gandakendan hátt og talar soleiðis beint til børn í øllum aldri”.

J.K. Rowling, sum gjørdist heimskend við søguni um Harry Potter, gevur út Jólagrísin, sum er eitt hjartanemandi, spennandi ævintýr um, hvussu høgt eitt barn kann elska nakað, sum tað virðismetir mest av øllum – og hvussu langt tað vil fara at bjarga tí. Avbera vøkru myndirnar hevur sera væl umtókti myndprýðarin Jim Field gjørt. Jólagrísurin fer heilt vist at gerast kærkomin klassikari til alt húskið!

Um rithøvundin
J.K. Rowling er best kend sum rithøvundurin, ið hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter. Bøkurnar eru nú seldar í meira enn 500 milliónum eintøkum, eru týddar til eini 80 mál og gjørdar til 8 stórfilmar. Hon hevur eisini skrivað filmshandrit til filmarnar um Undursom djór og har tey eru. Og so samstarvaði hon um at skriva ein sjónleik um Harry Potter sum vaksnan: Harry Potter og bannaða barnið. J. K. Rowling hevur fingið nógvar heiðurslønir fyri verkini, hon hevur skrivað til børn og vaksin.

Um myndprýðaran
Jim Field er myndprýðari, sniðgevi og stjórnar teknmyndagerð. Hann hevur myndprýtt barnabøkur, ið eru seldar kring allan heim og hava vunnið nógvar virðislønir. Eitt nú Oi Frog og The Lion Inside og røðina Rabbit and Bear, barnabøkur eftir David Baddiel, umframt sína egnu tvímálsligu myndabók Monsieur Roscoe On Holiday.

 

Additional information

Weight 924 g