Hvíta baðhúsið

Hvíta baðhúsið

DKK 198,00

In stock

DKK 198,00

Vørunummar: 9789997212993 Bólkur:
Sí kurv

Lýsing

Hvíta baðhúsið er ein skaldsøga um skomm, dulsmál og prísin fyri at vera ærligur.

Tað er beint fyri jólaføstu. Telefonin ringir, og í hinum endanum er eitt fremmant konufólk. Hon sigur, at hon er systkinabarn hansara. Skyldfólkini í móðurætt hevur hann ongantíð hoyrt um ella hitt. Navnið á abbanum hevur hann ongantíð fingið at vita. Hevur tað samband við, at hann hevur eina arvaliga sjúku, og at hann nú situr í koyristóli ? Er tað tí, tey hava verið so hulin ? Hann fer at hitta gomlu móður sína og vónar at koma á tal við hana, áðrenn ov seint er …

Sprotin 2018, 204 síður