Hvat eitur alt á mær – A3

Hvat eitur alt á mær – A3

DKK 100,00

In stock

DKK 100,00

Availability: Á goymslu Vørunummar: Hvat eitur alt á mær? Bólkur:
Sí kurv

Lýsing

Myndatalvan “Hvat eitur alt á mær?” lýsir heitini á mannakroppinum, og er tað ætlað børnum og ungum, so tey lættari kunnu læra at kenna hesi heiti. Myndatalvan hevur A3-stødd og er lagt við bleðli, so tað tolir at verða handfarið.

Eisini vaksin, ið ikki kenna øll heitini, kunnu fáa stórt gagn av uppslagnum, ikki minst tey, ið hava tørv á heitunum í teirra starvi.
Á uppslagnum eru genta og drongur, og ávísir kropspartar eru teknaðir neyvari, t.e. hond, fótur, høvur, eyga, oyra, munnur og tenn.

Miðað hevur verið eftir at gera myndatalvuna so námsfrøðiliga sum møguligt, so tað er lætt hjá børnum at skilja og læra. Alt bendir á, at børn og ung ikki longur kenna ein stóran part av hesum heitum. At hava eitt nøktandi orðfeingi hevur týdning fyri alt okkara samskifti. Ikki minst er tað støðislig vitan at duga heitini á mannakroppinum.

Heitini á mannakroppinum vórðu ásett í samráð við Málstovuna og Nám. Harumframt hevur verið leitað til heimildarfólk úti um landið. Eisini veitti Jóhan Hendrik W. Poulsen, prof., ráð, tá ið ivamál tóku seg upp. Harumframt hevur Anfinnur Johansen, málfrøðingur, í einstøkum førum veitt ráð.
Myndatalvan byggir sostatt á haldgott støði og er góðkent frálærutilfar hjá skúlum, forskúlum og frítíðarskúlum.
Stigtakari er Marjun A. Simonsen, málfrøðingur, ið hevur virkið Orðafragd. Teknað tær sera góðu og neyvu myndirnar hevur roynda listakvinnan, Astrid Andreasen.

Myndatalvan er í A3-stødd.

Føroyaprent hevur sett upp og prentað. Stuðlað útgávuni hevur Mentamálaráðið.