Fremmandamaðurin

Fremmandamaðurin

DKK 188,00

Out of stock

DKK 188,00

Availability: Ikki á goymslu Vørunummar: 9789991876948 Bólkur: Rithøvundur:

Lýsing

Ungi skrivstovumaðurin Meursault sigur sína egnu søgu og byrjar við setninginum: „Í dag doyði mamma.”– Og í kjalarvørrinum á tí setninginum tann skelkandi líkasælan: “Ella kanska var tað í gjár, líka veit eg.“     

Einki í lívi hansara hevur sannan týdning. At mamman doyr, nemur hann ikki. Hann hittir gentu, sum elskar hann, men heldur ikki tað rínur veruliga við. Hann er gløggur og røkir sínar skyldur, men hann ætlar sær einki við lívinum. Eingin og einki hevur týdning í hansara lívi.    

Hann klandrast við grannan, sum er alfonsur hjá einari arabiskari skøkju. At kalla av misgáum skjýtur hann bróður hesa skjøkju og verður dømdur til deyða. Í rættarmálinum verður ófatiliga líkasælan brúkt ímóti honum.    

Í heimspekini hjá Camus er tilveran fullkomiliga høpisleys. Søgan snýr seg um høpisloysið og einsemið hjá einstaklingi, ið ikki megnar at knýta seg til onnur menniskju og finna innihald og meining í tilveruni.

Meira kunning

Vekt 235 g