Feðgar á ferð

Feðgar á ferð

kr. 149,00

In stock

kr. 149,00

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 7056 Bólkur: Rithøvundur:
Sí kurv

Lýsing

Fáur dugir so væl sum Heðin Brú at greina og eyðmerkja ta gomlu tíðina, men endamál hansara var ikki at steðga tíðini, heldur at lýsa og greiða frá og seta tað farna upp sum tað var.

“Teir lata seg væl í, teggja sóknarongul, skutil, línu, fastakast og vápn upp á seg og so avstað.„Pápin, hygg hvussu skjótt bilarnir fara“, øvundar Kálvur, hann gongur krýkin undir byrðini. „Minst til spikið, mítt barn, og klaga ikki, vit koma eisini til Seyrvágs, fram kemur hann, ið hóvliga fer. Nú skulu vit taka brekkuna so líðandi niðan á Háls. Vit hava ongan skund. Tað er ikki vant at ganga tvey fyri eitt við grind á Seyrvágsfirði.“„Skulu vit ikki fara eftir vegnum, pápin,“ spyr Kálvur og slær tærnar í ein stein. Nei, tað vildi Ketil ikki. „Tann gamla gøtan hevur verið nóg góð alla mína tíð, so man hon fara at hjálpast í dag við.“