Ein annar er gull

Ein annar er gull

kr. 348,00

In stock

kr. 348,00

Ein annar er gull er framhald av sera vælumtóktu skaldsøguni Ein táttur er silvur. Fyrra bókin endar við, at ein slupp varð skotin á Føroya banka. Allir menninir, sum vóru við sluppini, komu aftur í øllum góðum. Tey bæði og børnini fara undir gerandisdagin aftur, men hann hevur fingið sálarligt mein av tilburðinum. Tilveran, ið var stríggin frammanundan, verður nú uppaftur strævnari. Sólrún lýsir korini hjá vanligum fiskimannahúskjum í hesum tíðum í gerandisdegnum, og tá ið hóttafall kemur á. Kríggið endar, og skaldsøgan leiðir okkum ígjøgnum nakrar lagnur beint sum spanska sjúka og tuberklasjúkan taka seg upp. Tann eini tátturin er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bondunum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á. Ring samvitska um at bróta heilagar reglur. Kanst tú vera heil kvinna, kona og mamma, um tú verður ásttikin í einum manni, meðan tann, tú ert gift við, liggur sjúkur?

Sprotin 2020, 234 síður

Availability: Á goymslu SKU: 9789997213952 Bólkur: Rithøvundur: