Eg síggi teg betur í myrkri
kr. 248,00
Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Bergen til Föroya. Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum.