Av heilum hjarta
DKK 148,00
- Lýsing
Lýsing
Oddfríður tekur soleiðis til í formælinum: Vit eru eitt tigandi fólk, føroyingar. Tøgnin hevur nógv at siga. Og tá ið vit tosa, eru vit fámælt. Mær dámar ótrúliga væl tað stutta og sigandi orðið. Tað rámandi og tætta orðið. Slitið í orðunum. Gloppið í sekundunum millum orðini. Tað beinrakna orðið, ið eyðkennir okkum føroyingar. |