As Told in Wood

As Told in Wood

kr. 398,00

In stock

kr. 398,00

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789997212542 Bólkur: Rithøvundur:
Sí kurv

Lýsing

Boðskapurin í trænum er um tey tíggju relieffini úr viði við mynd­evn­um úr lívi Jesusar, sum listamaðurin Edward Fuglø (1965) evnaði til Christianskirkjuna í Klaksvík í 2012-13.

Relieff­ini eru um somu leið einføld og rík, siðbundin og nútíð­ar­lig, bíbliusøgulig og bygd­ar­søgulig og eru dømi um fólks­liga list, tá ið hon er best.

Saman við nógvu bæriligu myn­d­un­um lýsir teksturin søgurnar í relieffunum og tann týdning, tær hava. Eisini verður greitt frá, hvussu relieff­ini vórðu gjørd, teirra tilknýti til listina hjá Edwardi annars og tann kristna myndaheim, sum hevur givið hon­um íblástur.

Bókin fæst á føroyskumdonskum og enskum.