Vilji er lekjandi máttur

Vilji er lekjandi máttur

kr. 448,00

In stock

kr. 448,00

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789997215796 Vørubólkar: , , Tag:

Lýsing

Í nítiárunum taldist Gunnar Hjelm millum bestu bodybuildarar í danska kongaríkinum. Á pallum í Føroyum og Danmark sýndi hann seg fram sum fyrsti ­føroyingur í hesari ítróttargrein.

Treiskni og vilji eyðkenna ­Gunnar.  Hann breyt slóð og gekk ­sínar egnu leiðir. Hann varð ikki sjómaður sum so mangur, men bodybuildari og varð skírdur ­fáfongdur apukattur.

Lívið hjá Gunnari hevur lagað seg alt annað enn einfalt. Hann hevur mist øll systkini, og pápin fór eisini alt ov ungur. ­Hjúnaskilnaður, ­drykkjuskapur, ovurfiti og eitt høpisleyst lív vóru í fleiri ár korini. Eitt skifti var hann  sálarliga ógviliga ­niðurundirkomin, men hann kom aftur á beint. Kropsmenning varð enn tað, sum fekk hann uppundan aftur.

Hann fekk nýggja tilveru við ­nýggjum maka, men brátt róku myrk skýggj yvir vónríku ­hjúnini. Dóttirin vigaði minni enn ein mjólkarpakki, tá ið hon varð borin í heim, og sonin sluppu tey bara at hava hjá sær í hálvt ár, áðrenn hann andaðist av vøddasvinni.