Søgan um handlarnar
kr. 349,00
- Lýsing
Lýsing
Kennur tú søguna um fyrsta kjøthandilin, hattahandilin hjá Minu Mortensen Wilhelm, havnakioskina hjá Bil-Óla, kioskina hjá Kathrinu Ziska, SMS og stóru heilsølurnar?
Hetta eru bert nakrar av teimum fyritøkunum, ið verða viðgjørdar í nýggju bókini sum Handilsvinnufelagið gevur út í dag.
Helgi Jacobsen byrjar við at lýsa umstøðurnar undir einahandlinum og broytingina, eftir at fríhandil kom 1. januar 1856 og viðgerð allar broytingarnar innan føroyska handilsvinnu, heilt fram til nútíðar handilsvirksemi.
Havnar Detailhandlarafelag er grundalagið í bókini og umrøðir tískil mest teir handlar, ið hoyra her til.
Søgan um handlarnar er 335 síður við 290 myndum. Eisini er hentur leitorðalisti aftast í bókini.