Útselt!

Rannvá

Rannvá

kr. 198,00

Out of stock

kr. 198,00

Tøki: Ikki á goymslu Vørunummar: 9789991832708 Vørubólkar: , , , Rithøvundur:

Lýsing

Dagmar Joensen-Næs (1895-1983) var fødd í Miðvági. Hon giftist í 1922 við Martin Joensen-Næs úr Skúvoy. Tey bæði búðu í Skúvoy í seks ár og fluttu síðani til Miðvágs, har Martin var fyrstilærari í mong ár.

Dagmar Joensen-Næs er fyrsta kvinna í Føroyum, ið hevur skrivað og givið út skaldsøgu.

Hon skrivaði skaldsøguna Rannvá í 40unum. Í 1969 las Kristina Øster søguna upp í Útvarpi Føroya, og í 1971 varð skaldsøgan givin út í bók.

Skaldsøgan byggir á eina frásøgn um eina bóndadóttur í Skúvoy, ið varð noydd at búseta seg í óbygdum. Í Fagradali í Skúvoy síggjast enn leivdir frá eini búseting, ið ber navnið Rannvátoft. 

Umframt skaldsøguna Rannvá hevur Dagmar Joensen-Næs givið út stuttsøgusavnið Tá minnini tala. Tað kom út í 1980.

Egið forlag, upprunaligt prent í 1971, endurprent í 2008
Kápumynd: Óli Petersen