Listaljóð – Art Sounds
kr. 120,00
- Lýsing
Lýsing
Listaprýðingin hja Astri Luihn í Musikkskúlanum í Tórshavn er ein hugvekjandi og ekspressiv samanrenning av teimum báðum økjunum, sum standa listakvinnuni allarnæst: tónlistin og myndlistin. Tónleikur verður visualiseraður í listaverkum, sum vísa til føroyska siðvenju og søgu, samstundis sum verkini spæla saman við arkitekturinum og kveikja skapandi hugsan og læring hjá teimum, sum hava sína dagligu gongd í húsinum.